Nethandilsrisin Amazon hevur fingið eina bót á 746 mió. evrur (5,5 mia. krónur) fyri at bróta dátuverndarreglurnar hjá ES, upplýsir felagið sambært miðlinum Bloomberg.
Evropeiska systurfelagið hjá Amazon hoyrir heima í Luksemborg, og er tað myndugleikin fyri dátuvernd í Luksemborg, sum gav Amazon bótina 16. juli. Talan er um størstu bótina, sum er ásett í ES í sambandi við misnýtslu av brúkaraupplýsingum.
Amazon heldur tó ikki, at har er nøkur saklig grundgeving fyri at geva hesa bótina, tí fyritøkan hevur ikki framt nakað brot á reglurnar. Amazon fer at brúka nógva orku uppá at verja seg, verður sagt, og eisini vísir fyritøkan á, at talan í øllum førum er um eina órímiliga stóra upphædd.
Sambært Ritzau verður ikki upplýst, júst hvussu Amazon skal eitast at hava brotið reglurnar.
Sambært ES-reglum, skulu fyritøkur frammanundan hava samtykki frá kundunum, áðrenn tey brúka teirra upplýsingar, annars kunnu tær vænta sær eina stóra bót á upp til fýra prosent av árligu søluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald