Uttanlands

Amazon-milliardir latnar til góðgerðar endamál

MacKenzie Bezos letur helmingin av ognum sínum

Jeff og MacKenzie Bezos (Savnsmynd: EPA)

Jeff og MacKenzie Bezos (Savnsmynd: EPA)

2019-05-29 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska MacKenzie Bezos, sum herfyri varð sundurlisin frá heimsins ríkasta manni, Jeff Bezos, stovnara av Amazon, fer nú at lata helmingin av sínum ognum til vælgerandi endamál.

MacKenzie Bezos fekk virði fyri heili 37 milliardir dollarar – næstan 250 milliardir krónur – við sær úr hjúnalagnum.

Við avgerðini er hon tikin við í vælgerandi felagsskapin The Giving Pledge, sum tveir aðrir ómetaliga ríkir amerikanskir vælgerðarmenn, Bill Gates og Warren Buffett, mynda.

- Umframt allar tær ognir, sum lívið hevur givið mær, havi eg eisini eina stóra peningaupphædd at geva burturav, skrivaði MacKenzie Bezos í fráboðanini um at hon letur helmingin av sínum ognum.

Sjálv hevur MacKenzie Bezos 25 prosent av partabrøvunum, sum hjúnini áttu, eftir, svarandi til umleið fýra prosent av Amazon.

Yvir 200 av heimsins vælgerðarfólkum eru við í Giving Pledge felagsskapinum, har limirnir alment geva lyfti um at lata stórar upphæddir til vælgerandi endamál. Við í bólkinum eru eitt nú Mark Zuckerberg, stovnari av Facebook, Bill Ackmann, stovnari av Microsoft, Ted Turner, stovnari av CNN og Michael Bloomberg, fyrrverandi borgarstjori í New York.

Jeff Bezos, sum verður mettur at vera góður fyri yvir 100 milliardir dollarar er ikki við í Giving Pledge, men hann hevur herfyri stuðla heimleysum familjum og útbúgving til fátæl við tveimum milliardum dollarum.

MacKenzie og Jeff Bezos hittust í 1992 áðrenn Amazon var veruleiki. Hjúnaskilnaðurin fekk gildi í januar í ár.

Les eisini: Fær hjúnaskilnað og gerst heimsins triðríkasta kvinna 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder