Uttanlands

Amazon: Øll goymslufólk skulu brúka munnbind

Tey 900.000, sum starvast á goymslunum hjá Amazon í USA skulu frá mánadegnum brúka munnbind, óansæð um tey eru koppsett ella ikki – Aðrar amerikanskar fyritøkur hava eisini sett líknandi krav í verk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-08-08 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í morgin, mánadegnum, skulu tey 900.000 starvsfólkini á goymslunum hjá Amazon í USA brúka munnbind innandura, óansæð um tey eru koppsett fyri koronu ella ikki, upplýsir fyritøkan.

Kravið samsvarar við leiðbeiningar hjá amerikonsku heilsumyndugleikunum og hjá teirra egnu serfrøðingum, sigur Amazon sambært Ritzau.

Aðrar stórar fyritøkur, harímilum Walmart og Target, hava longu sett í verk líknandi krav fyri síni starvsfólk. Higartil krevur Amazon tó ikki, at starvsfólkini lata seg koppseta; eitt krav, sum Disney og Walmart annars hava kunngjørt í vikuni.

Eisini Microsoft, Google og Facebook krevja, at starvsfólk og vitjandi á teirra skrivstovum kunnu skjalprógva, at tey eru koppsett fyri koronu.

Hósdagin skrásetti USA yvir 100.000 smittutilburðir, sum er tað hægsta, landið hevur skrásett í eitt hálvt ár. Tað er serliga Delta-frábrigdið, sum ger um seg í Florida og í øðrum statum, har bert ein lítil partur av fólkinum eru koppsett.

Orsakað av støðuni í landinum, ætlar amerikanska stjórnin at bjóða borgarum við veikari immunverju eitt triðja prik fyri koronu, sigur ovasti heilsufakligi ráðgevin hjá Joe Biden, Anthony Fauci.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder