![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nethandilsrisin Amazon økti í fjør søluna við 11 prosentum og tvífaldaði avlopið.
Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Sølan var nevniliga heilar 638 milliardir dollarar, og úrslitið eftir skatt varð 59,2 milliardir dollarar ella 420 milliardir danskar krónur, sum er næstan tvífalt so nógv um árið fyri, tá avlopið var 30,4 milliardir dollarar.
Stjórin í Amazon sigur, at jólasølan var tann besta nakrantíð og gjørdi sítt til, at úrslitið bleiv so gott. Black Friday og sonevndi cyber monday settu eisini nýggj met.
Umframt nethandil, er virksemið hjá dóttirfelagnum Amazon Web Services vaksandi. Síðsta ár komu sætti hvør dollari á inntøkusíðuni frá Amazon Web Services.
Hóast góða úrslitið fall Amazon á partabrævamarknaðinum við smáum tveimum prosentum. Leiðslan í Amazon væntar nevniliga eina sølu upp á millum 151 og 155,5 milliardir dollarar í fyrsta ársfjórðingin í ár. Hetta er í lægri lagið í mun til, hvat greinarar væntaðu. Eisini eru greinarar vónsviknir av forsagnunum um rakstraryvirskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald