Leiðarin av islamska netverkinum al-Qaeda, Ayman al-Zawahiri, er dripin í einum álopi um vikuskiftið í afghanska høvuðsstaðnum, Kabul.
Tað upplýsti amerikanski forsetin, Joe Biden, í nátt.
Álopið fór fram sunnumorgunin stutt eftir klokkan 6, lokala tíð, skrivar dr.dk.
Sambært Joe Biden kom ongin av familjuni hjá Ayman al-Zawahiri ella nakar annar sivilur til skaða undir álopinum.
Ein talsmaður fyri Taliban-rørsluna, sum situr við valdið í Afghanistan, váttar fyri Reuters, at tað um vikuskiftið var eitt dronuálop á eina íbúð í Kabul.
Taliban fordømir álopið og sigur, at talan er um brot á “altjóða grundreglur”.
Ayman al-Zawahiri sæst her saman við Osama bin Laden. Myndin er frá 1998 (Mynd: EPA)
Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur at amerikanarar við hesi gerðini hava gjørt nógvum fólkum eina tænastu.
- Rættvísin hevur vunnið frama. Hesin óndi yvirgangsleiðarin er ikki til meira. Fólk nýtast ikki longur at óttast henda drápsmannin, segði amerikanski forsetin, og helt fram:
- USA heldur fram við at vísa snarræði og evnini til at verja amerikanska fólkið móti teimum, ið ynskja at skaða okkum. Aftur hava vit gjørt greitt, at óansæð hvussu langa tíð tað tekur, og óansæð hvar tú fjalir teg, so vil USA finna teg og avvápna teg, um tú ert ein hóttan móti okkara fólki.
Sambært Joe Biden, spældi Ayman al-Zawahiri ein týðandi leiklut fyri al-Qaeda, tá yvirgangsálopið móti USA 11. september 2001 varð lagt til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald