Amerikanska kongressin hevur játtað 10,4 milliónir dollarar til fleiri íløgur í Grønlandi. Tað upplýsir nýggi amerikanski konsulin í Nuuk, Joanie Simon fyri grønlendska kringvarpinum, KNR.
- Vit hava fingið játtaðar 10,4 milliónir dollarar, og gleða okkum til at brúka pengarnar til enn fleiri verkætlanir og hoyra grønlendingar um hvat teir halda, at pengarnir skulu brúkast til, sigur Joanie Simon við KNR.
10,4 dollarar svara til næstan 66 milliónir krónur. Í fjør játtaði USA 12,1 milliónir dollarar til verkætlanir, sum skulu vera við til at styrkja viðurskiftini millum USA og Grønland.
Tá var ein partur av pengunum oyramerktur at brúka til felags verkætlanir millum ráevnisskúlan í Sisimiut og amerikansk universitet.
Joanie Simons, amerikanskur konsul í Nuuk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald