Uttanlands

Amerikanarar út og turkar inn

Kurdarnir í Norðursýria óttast fyri lívinum - turkiska innrásin kann gera, at IS kemur fyri seg aftur í økinum

Í gjár fóru herfólk og akfør í hópatalið um markið millum Turkaland og Sýria (Mynd: EPA)

Í gjár fóru herfólk og akfør í hópatalið um markið millum Turkaland og Sýria (Mynd: EPA)

2019-10-10 09:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Óttin breiðir seg nú millum fólkið, sum býr í norðara parti av Sýrialandi. Eftir at Donald Trump tók amerikansku herdeildirnar út úr økinum, hava deildir úr Turkalandi tikið seg inn í økið, sum er fólka við kurdarum.

Fleiri hundrað fólk eru longu tikin til rýmingar úr økinum, eins og boðað er frá, at fólk longu hava latið lív orsaka av turkiskum raketálopum, skrivar Danmarks Radio.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan váttaði í gjár, at hann hevur sent herdeildir um markið til Sýria fyri at berjast ímóti kurdisku YPG-herdeildunum fyri á tann hátt at berja niður eina hóttan móti Turkalandi, sum hann tekur til.

Donald Trump hevur fingið ábreiðslur frá fleiri síðum fyri sína avgerð um at taka amerikanska herin úr norðara parti av Sýria. Sagt verður, at forsetin svíkir sínar samstarvsfelagar í stríðnum móti IS, men eisini at turkisk innrás fer at skapa ruðulleika aftur í økinum og geva IS møguleika fyri at koma fyri seg aftur.

Trump hevur sagt, at hann á ongan hátt stuðlar turkisku innrásini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder