Uttanlands

Amerikanari fingið politiskt friðskjól í Hvítarusslandi

Hann luttók í álopinum á Kongressina 6. januar 2021, og er hann m.a. skuldsettur fyri at brúka harðskap móti løgregluni

Mynd frá álopinum á Capitol Hill í januar 2021 (Savnsmynd: EPA)

Mynd frá álopinum á Capitol Hill í januar 2021 (Savnsmynd: EPA)

2022-03-23 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 48 ára gamal maður, sum luttók í álopinum á amerikonsku Kongressina í januar í fjør hevur fingið politiskt friðskjól í Hvítarusslandi.

Hann sigur við hvítarussisku tíðindastovuna Belta, at hann hevur verið útsettur fyri "politiskari mannajagstran" í USA, har hann hevur seks skuldsetingar ímóti sær. Millum annað er hann skuldsettur fyri at brúka harðskap móti løgreglufólki.

Sambært myndugleikunum í Hvítarusslandi hevur maðurin fingið loyvi at vera í landinum í óásetta tíð.

– Eg eri glaður fyri, at Hvítarussland hevur tikið sær av mær. Eg eri illur um, at eg nú eri í einari støðu, har eg havi trupulleikar í mínum egna landi, sigur hann sambært Ritzau.

Maðurin var ein av túsundatals viðhaldsfólkum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump, sum 6. januar 2021 lupu á Kongressina fyri at forða fyri, at valsigurin hjá Joe Biden formliga varð góðkendur. Hesi mótmælisfólkini vildu vera við, at tað var valsvik, sum var orsøkin til, at Biden varð kosin vinnari av forsetavalinum í november 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder