Ein 25 ára gamal maður frá Nevada er tann fyrsti amerikanarin, sum kann prógvast at hava fingið staðfest koronu smittuna tvær ferðir. Tað skrivar CNN.
Íleguroyndir benda á, at sjúklingurin er smittaður við tveimum ymiskum variantum av virussinum.
Hann var fyrstu ferð staðfestur smittaður við covid-19 í apríl mánað. Seinni hevur hann tvær ferðir verið kannaður negativt fyri korona.
Men 31. mai hevði maðurin aftur sjúkueyðkenni. Fimm dagar seinni var hann innlagdur, og varð so hart raktur, at hann varð lagdur í respirator. Hesaferð var eisini staðfest, at hann var smittaður við korona.
Maðurin er sostatt tann fyrsti amerikanarin sum er smittaður tvær ferðir við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald