Uttanlands

Amerikansk ’love story’ í føroysku náttúruni

Sí filmin tá Brittany og Justin komu til Føroyar at giftast

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-13 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mongdin av filmum, sum í hesum tíðum verða lagdir út á netið, og sum vísa vakra føroyska náttúru – Múlafoss, Trøllkonufingur og onnur vøkur støð, serliga í Vágum – eru nærum óteljandi eftirhondini.

Søgurnar um útlendingar sum koma til Føroyar einans at uppliva tey somu motivini, sum tey hava sæð á netinum, eru eisini nógvar.

Ein av søgunum er um Brittany og Justin, sum komu úr Denver í USA umvegis Íslands til Føroya at giftast.

Tey høvdu sett seg í samband við ein brúdleypsfyrireikara við nøkrum heilt greiðum trytum fyri, hvussu brúdleypið skuldi vera. Eftir at hava sæð nakrar myndir við møguligum støðum at giftast, fall valið á Føroyar.

Sí hugtakandi filmin frá brúdleypinum herundir.

Fleiri myndir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder