Uttanlands

Amerikanska forsetafrúan aftur á arbeiðsplássinum

Jill Biden, fyrsta amerikanska forsetafrúa at hava fulltíðarstarv, meðan hon er í Hvítu Húsinim, fór týsdagin aftur til arbeiðis á Northern Virginia Community College eftir fleiri mánaðir við talgildari undirvísing

70 ára gamla Jill Biden undirvísir í skriving og eingilskum á einum universiteti í Virginia, og týsdagin fór hon aftur til arbeiðis eftir fleiri mánaðir við talgildari undirvísing (Mynd: EPA)

70 ára gamla Jill Biden undirvísir í skriving og eingilskum á einum universiteti í Virginia, og týsdagin fór hon aftur til arbeiðis eftir fleiri mánaðir við talgildari undirvísing (Mynd: EPA)

2021-09-08 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska forsetafrúan, Jill Biden er fyrsta forsetafrúan, sum hevur røkt eitt fulltíðarstarv, meðan hon hevur verið í Hvítu Húsunum, og týsdagin møtti hon aftur til arbeiðis á einum universiteti í norðara parti av Virginia, eftir fleiri mánaðir við talgildari undirvísing.

Universitetið, har hon er professari og undirvísir í skriving og eingilskum, Northern Virginia Community College, er ikki langt frá Hvítu Húsunum.

Hon hevur áður sagt, at hon gleddi seg til at fara burtur frá talgildu undirvísingini, og nú USA hevur latið meira upp, ber tað til.

Sambært amerikanska miðlinum NBC News er tað ikki hent áður, at ein forsetafrúa hevur havt eitt fulltíðarstarv afturat sínum skyldum í Hvítu Húsunum. Tá Jill Biden var varaforsetafrúa í árunum 2009 til 2017, undirvísti hon eisini, og sostatt verður hon eisini mett at vera fyrsta varaforsetafrúan, sum hevur havt eitt fulltíðarstarv ímeðan maður hennara hevur arbeitt í Hvítu Húsunum.

– Undirvísing er ikki bara tað, sum eg geri. Tað er ein partur av tí, sum ger meg til tann, sum eg eri, hevur 70 ára gamla Jill Biden m.a. sagt sambært Ritzau.

Aðrar forsetafrúur hava virkað sum eitt slag av umboðsfólki hjá forsetanum, umframt at tær hava havt ein leiklut sum vertskona.

Eitt nú kann nevnast, at Laura Bush, kona George W. Bush, gavst at arbeiða, tá hon fekk børn, og tí hevði hon einki arbeiði, tá maður hennara bleiv forseti. Hillary Clinton og Michelle Obama søgdu eisini báðar arbeiðið frá sær, tá tær fluttu inn í Hvítu Húsini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder