2023-06-03 00:11
Uppskotið um at loyva USA at halda fram við at læna pening, sum varð samtykt í Umboðsmannatinginum í vikuni, er nú eisini vorðið samtykt í Senatinum.
Joe Biden, forseti fegnast um, at uppskotið er samtykt og sigur, at hetta er ein stórur sigur fyri USA. 63 av limunum í senatinum atkvøddu fyri uppskotinum. 36 vóru ímóti. Hetta hendir eftir, at ein stórur meiriluti í umboðsmannatinginum uppá 314 ímóti 117 atkvøddi fyri.
Bæði republikanarar og demokratar siga, at hetta er ein sigur. Um uppskotið ikki varð samtykt hevði tað fingið sera álvarsliga avleiðingar fyri amerikanska búskapin eins og fyri búskapin í øllum heiminum. Skuldarloftið er samlaða upphæddin, sum USA kann læna tvs. peningur, sum fer til at fíggja vælferðarskipanir og til lønir og rentuútreiðslur.
Nú restar so bert í, at Joe Biden forseti skrivar undir avtaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald