Innanlands

Amerikanska sendistovan hitti vinnufyritøkur í Klaksvík

Í farnu viku var Karl Johansen vertur fyri einum vinnulívsfundi, sum varð hildin í Nólsoyar Páls húsinum. Evnið á fundinum var serliga at styrkja sambandið tvørtur um Atlantshavið

2021-05-06 17:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í farnu viku var Karl Johansen, borgarstjóri, vertur fyri einum vinnulívsfundi, sum varð hildin í Nólsoyar Páls húsinum. Við á fundinum vóru umboð fyri amerikonsku
sendistovuna í Keypmannahavn og umboð fyri vinnufyritøkur í Klaksvík.

Fundurin var ein uppfylgjandi fundur, eftir at amerikanska sendikvinnan, Carla Sands, var og vitjaði í Klaksvík í fjør. Evnið á fundinum var serliga, hvussu vit kunnu styrkja sambandið tvørtur um Atlantshavið, við tí endamáli at fáa ein øktan samhandil millum USA og Føroyar. Serliga snúði prátið seg um, hvørjar avbjóðingar føroyskar fyritøkur hava, tá tær annað hvørt skulu útflyta ella innflyta vørur úr USA.

Amerikonsku umboðini vóru sera fegin um fundin, og lovaðu, at arbeiða víðari við teimum evnum, sum komu fram á fundinum.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder