Uttanlands

Amerikanska sjónleikakvinnan Hayden Panettiere deyð

Hayden Panettiere, sum m.a. er kend úr røðunum "Heroes" og "Nashville" gjørdist 36 ára gomul.

(Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-08-17 10:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sjónleikakvinnan og songkvinnan Hayden Panettiere er deyð, 36 ára gomul.

Tað upplýsir pápi hennara, Skip Panettiere sambært fleiri miðlum.

Hvørjum hon er deyð av er tó ikki greitt.

Hayden Panettiere, sum varð fødd 21. august 1989 og vaks upp í Palisades í New York, byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í lýsingum tá hon var bert 11 mánaðir gomul. Síðan hevur hon spælt við í bæði filmum og sjónvarpsrøðum.

Panettiere er m.a. kend fyri leiklutin sum Claire Bennet í fýra sesongum av sjónvarpsrøðini "Heroes" frá 2006. Í tíðarskeiðnum 2012 til 2018 spældi hon eisini Juliette Barnes í røðini "Nashville".

Av filmum, sum hon hevur spælt við í, kunnu nevnast "Remember the Titans", "Raising Helen", "Ice Princess" og "Scream 4".

Hayden Panettiere hevur eisini givið tónleik út. M.a. hevur hon innspælt fleiri løg til filmar og sjónvarpsrøðir, sum hon hevur spælt við í.

Í mai gav Hayden Panettiere út sjálvævisøguna "This Is Me: A Reckoning", har hon greiddi frá avbjóðingum við m.a. misnýtslu og barnsburðartunglyndi.

Panettiere hevur eina dóttur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder