Uttanlands

Amerikanska umboðsmannatingið góðkennir avtalu um skuldarloft

Í nátt samdust republikanarar og demoratar í amerikanska umboðsmannatinginum um eina avtalu um gjalds- og skuldarloftið

2023-06-01 13:16 Author image
Jan Müller
placeholder
Eftir drúgva togtogan aftur og fram um gjaldsloftið í USA samdust Joe Biden, forseti, og McCarthy, formaður fyri republikanska flokkinum í umboðsmannatinginum nú um dagarnar um loyva at loysa upp  fyri gjaldsloftinum. Síðani hevur ein meiriluti í umboðsmannatinginum atkvøtt fyri eini gjaldsloftavtalu, hetta hóast at sera høgravendi og víðgongdi parturin av republikanska flokkinum var hart ímóti eini avtalu.  

Nú er so eftir at fáa avtaluna ígjøgnum í senatinum. Har hava demokratarnir meiriluta og roknað  verður við, at eisini senatið fer at geva grønt ljós til avtaluna. Tað skal gerast innan 5. juni.

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Janet Yellen, hevur ávarað alla ta politisku skipanina í USA um, at tað fer at fáa sera ógvusligar avleiðingar fyri USA, men eisini fyri umheimin, um kongressin ikki tekur undir við eini avtalu, sum loyvir USA at taka fleiri lán. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder