Uttanlands

Amerikanski forsetin 80 ár í dag

Um Joe Biden, ið er elsti forseti, ið hevur sitið í Hvítu Húsunum, stillar uppaftur á næsta forsetavali og fær fýra ár afturat, verður hann 86, tá embætistíð hansara er liðug

Amerikanski forsetin, Joe Biden var 78 ár, tá hann varð tikin í eið í januar 2021 (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden var 78 ár, tá hann varð tikin í eið í januar 2021 (Mynd: EPA)

2022-11-20 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Eg kann ikki eingongd nevna tann aldurin, eg fylli, hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, sum er elsti amerikanski forsetin nakrantíð, sagt í samrøðu við MSNBC.

Tá Joe Biden tók við sum 46. forseti í USA í januar 2021 var hann 78 ár, eldri enn nakar annar amerikanskur forseti var, tá hann flutti inn í Hvítu Húsini. Í dag fyllir hann 80, og aldur hansara hevur elvt til nógv kjak.

Tá Biden hevur sitið fýra ár, er hann 82 ár, og fleiri hava sett spurnartekin við, um hann megnar uppgávuna sum forseti, og um hann eigur at stilla uppaftur á næsta forsetavalinum í 2024. Ger hann tað, og vinnur hann enn eitt valskeið í Hvítu Húsunum, fer hann at vera 86 ár, tá embætistíð hansara er liðug.

Áðrenn Joe Biden gjørdist forseti, var Donald Trump tann, ið var elst, tá hann gjørdist forseti. Hann var 70 ár, tá hann varð tikin í eið í januar 2017. Ronald Reagan var tá elsti maður, ið hevði sitið sum forseti. Hann var 77 ár, tá hann fór frá í 1989 eftir tvey valskeið.

Hóast sín høga aldur, hevur Joe Biden tó sagt fleiri ferðir, at hann ætlar sær at stilla uppaftur, men endaliga avgerðin er tó ikki tikin enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder