Uttanlands

Amerikanski herurin lopið á fleiri enn 85 mál í Irak og Sýria

Talan er um aftursvar fyri eitt dronuálop, sum drap tríggjar amerikanskar hermenn í Jordan í farnu viku

Fríggjadagin varð tikið ímóti kistunum hjá hermonnunum, sum lótu lív í álopinum í Jordan (Mynd: Ritzau/AFP)

Fríggjadagin varð tikið ímóti kistunum hjá hermonnunum, sum lótu lív í álopinum í Jordan (Mynd: Ritzau/AFP)

2024-02-03 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski herurin upplýsir, at hann hevur lopið á fleiri enn 85 mál í Sýria og Irak.

Álopini, sum vórðu framd uml. klokkan 21 í gjárkvøldið okkara tíð, vóru afturløning fyri eitt dronuálop á eina amerikanska hernaðarstøð í Jordan sunnudagin í farnu viku.

Tríggir amerikanskir hermenn lótu lív, og fleiri vórðu særdir í álopinum í Jordan. Sambært einum sýriskum statsmiðli, vórðu amerikonsku álopini orsøkin til, at fleiri lótu lív ella vórðu særd. Sambært stovninum Sohr, sum hevur til endamáls at skráseta mannarættindabrot í Sýria, doyðu seks limir úr einum pro-iranskum hernaðarbólki.

Sambært amerikonskum embætisfólkum, vóru álopini hjá USA rættað móti støðum í Sýria og Irak, sum hava tilknýti til iransku kollveltingarhirðina og hernaðarbólkar, ið stuðlar henni, skrivar Ritzau.

Á heimasíðuni hjá Hvítu húsunum stendur í tíðindaskrivi, sum varð lagt út í gjárkvøldið, at aftursvarið, sum byrjaði í gjár, fer at halda fram.

Sagt verður, at USA ikki ynskir stríð í Miðeystri ella aðrastaðni, men "særir tú ein amerikanara, fara vit at svara aftur".


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder