Uttanlands

Amerikanski politikarin Bob Dole deyður, 98 ár

Hóast tað ongantíð eydnaðist honum at verða valdur forseti, var Bob Dole millum kendastu politikararnar í republikanska flokkinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-07 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski politikarin, Robert Dole, vanliga róptur Bob Dole, er deyður, 98 ára gamal. Hann sovnaði stillisliga sunnumorginum eftir at hava stríðst við lungnakrabba í eina tíð.

Bob Dole hevur sitið á nógvum týðandi sessum á síni politisku starvsleið, og var mest gitin sum senatorur, meirilutaleiðari í kongressini og forsetavalevni.

Í 1976 varð hann varaforsetavalevni hjá Gerald Ford, men teir taptu móti Jimmy Carter og Walter Mondale. Eftir tað fór Bob Dole sjálvur eftir forsetasessinum, men varð aldri valdur.

Í 1988 royndi hann at gerast republikanskt forsetavalevni, men tapti. Í 1996 varð hann valdur til forsetavalevni fyri republikanska flokkin, men tapti valið móti sitandi forsetanum, Bill Clinton.

Hóast hann aldri gjørdist forseti, verður Bob Dole mettur at vera millum gitnastu republikansku politikararnar í søgu USA.

Sum ungur gjørdi hann tænastu í amerikanska herunum, eitt nú undir øðrum heimsbardaga, tá hann varð álvarsliga skaddur – so álvarsliga, at læknarnir ikki roknaðu við, at hann yvirlivdi. Hann fekk skaða, tá hann royndi at hjálpa nøkrum øðrum hermonnum.

Hann yvirlivdi, men kundi ikki brúka høgra arm, hóast nógvar skurðviðgerðir. Hann varð heiðraður sum krígshetja, og vann eisini stóran heiður fyri sín innsats sum politikari.

Umframt at vera politikari, virkaði Bob Dole eisini sum advokatur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder