Innanlands

Amerikanski sendiharrin letur ógvuliga væl at degi eitt

Alan Leventhal hevur í dag vitjað og havt fund við løgmann í Tinganesi. Eisini hevur amerikanski sendiharrin í Keypmannhavn vitja á Ráðhúsinum á Vaglinum og heilsa uppá Jenis av Rana, Regin Jacobsen og Jóhonnu av Bergi

Alan Leventhal millum annað havt fund við løgmann Bárð á Steig Nielsen í Tinganesi (Mynd: Alan Leventhal/Twitter)

Alan Leventhal millum annað havt fund við løgmann Bárð á Steig Nielsen í Tinganesi (Mynd: Alan Leventhal/Twitter)

2022-08-23 17:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Twitter skrivar hann um vakurleikan og fantastiska "hitan", ið er í fólki her. Eisini um gevandi prát við fólk úr landsins stýri - millum annað løgmann - og úr vinnulívinum. Hann skrivar eisini, at hann gleðir seg til fleiri læruríkar dagar í Føroyum og at hyggja uppá møguleikar fyri at kanna møguleikar fyri at styrkja sambondini landanna millum 

Alan Leventhal tók við sum sendiharri hjá USA í Keypmannahavn 1. juli. Í dag er fyrsti dagur á Føroyavitjan hansara, har Leventhal millum annað hevur havt fund við løgmann Bárð á Steig Nielsen í Tinganesi.

[object Object]

[object Object]
Screenschots (Ambassador Alan Leventhal - Twitter)

Her var talan um gevandi fund, sambært sendiharranum, ið eisini hevur hitt landstýrismannin í uttanríkismálum og ymisk fólk úr føroyska vinnulívinum.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommuna skrivar, at Alan Leventhal vitjaði á Ráðhúsinum í morgun saman við konuni Sherry. Har var framløga um Tórshavnar kommunu og um høvuðsstaðin, og tosað var um ymiskar samstarvsmøguleikar:

- Alan Leventhal hevur sett sær fyri at hava tætt samband við allar partar í ríkisfelagsskapinum, og hetta er fyrsta ferð hansara í Føroyum. Prátað varð um ymisk áleikandi viðurskifti, og ynskið er fáa tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, eitt nú innan mentan og útbúgvingarmøguleikar í USA.

Alan Leventhal tók við sum amerikanskur sendiharri í Danmark 1. juli. Í USA er hann kendur sum stovnari og stjóri í Beacon Properties Corporation, eitt av størstu ognaríløgusamtøkum í USA. Hann er útbúgvin fíggjarfrøðingur og er heiðursdoktari á Boston University, har hann áður sat sum nevndarformaður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder