Innanlands

Amerikanski sendiharrin ynskir tættari samstarv við Tórshavnar kommunu

Nýggi sendiharrin á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, Alan Leventhal, vitjaði í gjár á Ráðhúsinum. Hetta er partur av Føroyavitjan hansara, ið byrjaði í gjár.

Sherry Leventhal, Alan Leventhal, Heðin Mortensen og Annfinn Brekkstein. Prátað varð um ymisk áleikandi viðurskifti, og ynskið er fáa tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, eitt nú innan mentan og útbúgvingarmøguleikar í USA

Sherry Leventhal, Alan Leventhal, Heðin Mortensen og Annfinn Brekkstein. Prátað varð um ymisk áleikandi viðurskifti, og ynskið er fáa tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, eitt nú innan mentan og útbúgvingarmøguleikar í USA

2022-08-24 07:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi sendiharrin á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn, Alan Leventhal, vitjaði á Ráðhúsinum í gjáramorgunin saman við konuni Sherry Leventhal og embætisfólkum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, vóru vertir. Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði framløgu um Tórshavnar kommunu og um høvuðsstaðin.

Alan Leventhal tók við sum sendiharri 1. juli. Í USA er hann kendur sum stovnari og stjóri í Beacon Properties Corporation, eitt av størstu ognaríløgusamtøkum í USA. Hann er útbúgvin fíggjarfrøðingur og er heiðursdoktari á Boston University, har hann áður sat sum nevndarformaður.

Les eisini: Amerikanski sendiharrin letur ógvuliga væl at degi eitt

Joe Biden, forseti í USA, innstillaði Leventhal sum sendiharra í januar í ár, og senatið góðkendi hann í mai. Alment tók hann við starvinum undir eini móttøku hjá Margrethu drottning tann 1. juli.

Alan Leventhal hevur sett sær fyri at hava tætt samband við allar partar í ríkisfelagsskapinum, og hetta er fyrsta ferð hansara í Føroyum. Prátað varð um ymisk áleikandi viðurskifti, og ynskið er fáa tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, eitt nú innan mentan og útbúgvingarmøguleikar í USA

Tórshavnar kommuna


[object Object]
[object Object]
[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder