
Amerikanski sjónleikarin Ed Asner andaðist í gjár, 91 ára gamal, skriva fleiri miðlar í dag.
Hann er m.a. kendur fyri leiklutin sum Lou Grant í vælumtóktu sjónvarpsrøðini "The Mary Tyler Moore Show", sum varð víst í sjónvarpinum í árunum 1970 til 1977. Seinni varð ein spin-off røð gjørd við Ed Asner í høvuðsleiklutinum. Á sínari yrkisleið sum sjónleikari, vann hann heilar sjey Emmy-virðislønir.
Í 2009 gjørdist Ed Asner eisini vælumtóktur millum tey ungu, tá hann legði rødd til Carl Fredericksen í Disney-Pixar filminum "Up" um ein gamlan mann, sum bindur túsundatals ballónir fast til síni hús og flýgur til Suðuramerika.
Sambært agentinum hjá Asner, doyði hann av natúrligum orsøkum í heimi sínum í Los Angeles. Hann var giftur tvær ferðir og fekk fýra børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald