Uttanlands

Amerikanski veljarin vil ikki hava eina endurtøku av 2020

Ein kanning vísir, at meirilutin av veljarunum høvdu verið ónøgdir, um vinnarin av næsta forsetavalinum endar við at vera Biden ella Trump

Bæði Trump og Biden hava boðað frá, at teir ynskja at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024, men flestir veljarar vilja helst hava onnur valevni (Savnsmynd)

Bæði Trump og Biden hava boðað frá, at teir ynskja at stilla uppaftur til forsetavalið í 2024, men flestir veljarar vilja helst hava onnur valevni (Savnsmynd)

2023-02-06 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á forsetavalinum í 2020 fingu bæði valevnini, Joe Biden og Donald Trump metnógvar atkvøður, men hóast hetta, tykjast amerikanskir veljarar ikki at ynskja ein umdyst millum hesar báðar, tá forsetaval verður aftur í 2024.

Ein kanning, sum ABC News of Washington Post hava latið gjørt, vísir, at flestir amerikanarar høvdu verið ónøgdir, um Biden ella Trump vunnu næsta forsetavalið.

Bæði Biden og Trump hava boðað frá, at teir ynskja at stilla uppaftur, og meðan eingin annar demokratur higartil hevur bjóðað Biden av, verður mett, at Trump má kappast við fleiri valevni, fyri at sleppa at umboða republikanska flokkin fyri triðu ferð.

58 prosent av demokratisku veljarunum siga, at teir helst vilja hava onkran annan enn Biden sum teirra valevni, meðan 31 prosent siga seg stuðla honum.

49 prosent av republikansku veljarunum siga, at teir helst vilja hava eitt annað valevni enn Trump, meðan 44 prosent siga seg stuðla honum.

62 prosent av teimum spurdu siga, at tey høvdu verið ónøgd ella ill, um Biden verður afturvaldur í 2024, meðan 56 prosent siga tað sama um Trump.

Hinvegin siga 36 prosent, at tey høvdu verið nøgd, um Biden verður afturvaldur, meðan 43 prosent siga, at tey høvdu verið nøgd, um Trump varð afturvaldur.

Um teir báðir verða settir upp móti hvørjum øðrum, er ein lítil meiriluti, ið stuðlar Trump.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder