Uttanlands

Amerikanski verjumálaráðharrin fingið staðfest koronu

Hann hevur mild sjúkueyðkenni og fer at vera heima í sóttarhaldi komandi fimm dagarnar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-03 17:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, fekk í gjár staðfest koronu, upplýsir amerikanska verjumálaráðið.

Upplýst verður, at hann hevur mild sjúkueyðkenni, og at hann fer at vera heima í sóttarhaldi næstu fimm dagarnar í samsvar við boðunum frá lækna hansara og almennu leiðbeiningunum.

Seinast Lloyd Austin hitti amerikanska forsetan, Joe Biden, var 21. desember, meira enn eina viku áðrenn, at hann byrjaði at fáa sjúkueyðkenni. Eisini verður upplýst, at hann varð staðfestur negativur tann morgunin. Sunnudagin bað hann um at verða kannaður, eftir at hann hevði fingið sjúkueyðkenni, meðan hann var heima í feriu, skrivar Ritzau.

Verjumálaráðharrin sigur, at hann, har tað er møguligt, fer at luttaka á fundum og øðrum umvegis netið komandi vikuna.

Tað verður vararáðharri hansara, Kathleen Hicks, sum fer at umboða Lloyd Austin í øðrum málum, har tað er neyðugt.

Lloyd Austin er liðugt koppsettur fyri koronu, og í heyst fekk hann eisini triðja prikið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder