Innanlands

Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya í dag

Eitt flogfar hjá New York National Guard hevur fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin

2024-06-21 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kemur eitt amerikanskt HC-130J-flogfar í Vágar, og í hesum sambandi hevur flogfarið fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin, boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.

Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, sum er serútgjørt til leiting og bjarging.

Flogfarið stendur í Vágum um vikuskiftið og fer avstað aftur sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder