Í gjárkvøldið datt eitt amerikanskt hernaðarflogfar niður í Noregi. Umborð vóru fýra hermenn frá eindini US Marine Corps, og allir hava teir latið lív.
Flogfarið, ið var av slagnum Bell-Boeing V-22 datt niður nærindis Beiarn í Norðurnoregi. Flogfarið luttók í Nato-hernaðarvenjingini "Cold Response", har yvir 30.000 hermenn úr 27 londum luttaka.
Flogfarið skuldi eftir ætlan vera lent seint seinnapartin í gjár, men stutt fyri klokkan hálvgum seks okkara tíð varð boðað frá, at tað var horvið. Flogfarið varð funnið aftur stutt eftir klokkan átta, upplýsir norski herurin.
Umstøðurnar kring hendingina eru ógreiðar, men veðrið var vánaligt, har flogfarið datt niður. Norski herurin sigur, at hernaðarvenjingin heldur fram – tó við nøkrum tillagingum orsakað av veðrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald