Innanlands

Amerikanskt hernaðarflogfar fleyg lágt yvir Føroyum

Hernaðarflogfarið hevði diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi, men uttanríkisráðharrin hevði vilja fingið eina fráboðan áðrenn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-08-06 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Eitt amerikanskt hernaðarflogfar var í gjár at síggja flúgvandi lágt yvir føroyskum firðum. Millum annað í Nólsoyarfirði og á Skálafjøðinum.

- Talan er um eitt amerikanskt hernaðarflogfar, og tey hava diplomatiskt loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi. Men vit hava biðið um, at fráboðan kemur áðrenn, so vit kunnu senda kunning til føroyingar, sigur Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri.

Men hann staðfestir, at tað er ikki hent her, tí boð eru hvørki komin til Uttanríkisráðið ella til Arktisk Kommando.

- Tað eigur ikki at koma fyri, og vit geva boð á røttum stað, skrivar Høgni Hoydal á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder