Ómannaða amerikanska mánarakettin við navninum Odysseus er eftir øllum at døma send avstað í morgun í øllum góðum.
Tað er fyritøkan Intuitive Machines, sum stendur fyri fyri fyrstu rakettini til mánan síðani Apollo-rakettirnar.
Útskjótingin skuldi upprunaliga vera mikudagin, men var útsett orsaka av onkrum avbjóðingum við rakettini.
Tað er rúmdarfyritøkan SpaceX hjá Elon Musk, sum hevur bygt Falcon 9-rakettina, sum farið, ið skal lenda á mánanum, varð skotið út við.
Á live-stroymingini frá útskjótingini sæst, at Falcon 9-rakettin er lend aftur í Florida og harvið er tann parturin av uppgávuni væl eydnaður, skrivar Ritzau.
Hetta er fyrsta amerikanska ætlanin at seta eitt far á mánan síðan Apollo-verkætlanin endaði fyri umleið 50 árum síðani.
Tað var undir Apollo verkætlanini, at amerikanskir astronautar fyri fyrstu ferð settu fótin á mánan 21. juli 1969.
Tað verður sostatt eisini fyrsta amerikanska mánalendingin undir nýggju Artemis-verkætlanini, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald