Uttanlands

Amerikansku forsetahjúnini 4,4 milliónir í inntøku

Skattaroknskapurin hjá Joe og Jill Biden varð í gjár lagdur fram fyri almenningin

Jill og Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

Jill og Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

2024-04-16 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikansku forsetahjúnini, Joe og Jill Biden, høvdu í 2023 eina inntøku upp á 620.000 dollarar. Tað vísir ársuppgerðin hjá forsetahjúnunum, ið varð almannakunngjørd í gjár.

Upphæddin svarar til umleið 4,4 milliónir í okkara krónum, sjey prosent meira enn í fjør, skrivar Reuters.

Sambært uppgerðini rindaðu hjúnini 23,7 prosent í inntøkuskatti.

Fýra fimtapartar av inntøkunum hjá forsetahjúnunum koma frá starvinum hjá Joe Biden sum forseti, og frá starvinum hjá Jill Biden sum undirvísari á Northern Virginia Community College.

Sambært miðlinum USA Today er forsetalønin hjá Biden umleið 400.000 dollarar um árið – áleið 2,8 milliónir krónir. Forsetalønin er verður ásett av amerikansku kongressini.

Harumframt høvdu tey inntøkur frá íløgum, pensjónsuppsparingum, og samsýningum í sambandi við bókaútgávur.

Donald Trump, kappingarneytin hjá Joe Biden til komandi forsetaval, hevur ongantíð lagt sínar skattaupplýsingar fram fyri almenninginum.

Republikanararnir í kongressini hava í seinastuni kannað inntøkurnar hjá Joe Biden, sum er demokratur.

Hetta er serliga orsaka av virkseminum hjá soni forsetans, Hunter Biden. Kanningar verða gjørdar av hansara handilsviðurskiftum í eini ríkisrættarkanning. Hetta kann møguliga føra til eitt ríkisrættarmál móti Joe Biden.

Endamálið við kanningini er at finna út av, um Joe Biden, meðan hann var varaforseti undir Barack Obama, á órættvísan hátt fekk ágóðar av forrætningunum, sum sonur hansara gjørdi uttanlands. Enn eru fellandi prógv ikki løgd fram, og Hunter Biden hevur víst aftur, at talan skal vera um at nakað ólógligt er farið fram, skrivar Ritzau frá Reuters tíðindastovuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder