Amerikanski borgararættindastríðsmaðurin og fyrrverandi demokratiski politikarin, Jesse Jackson er saman við konuni, Jacqueline vorðin innlagdur á sjúkrhaúsi, eftir at bæði hava fingið staðfest koronu.
Tað upplýsir felagsskapurin Rainbow PUSH Coalition, sum Jackson hevur verið við til at stovna.
79 ára gamli Jesse Jackson og 77 ára gamla kona hansara, Jacqueline eru innløgd í Chicago. Hetta, hóast Jackson fekk fyrru koppsetingina fyri koronu í januar. Ongar upplýsingar eru um støðu teirra í løtuni, skrivar Ritzau.
Jesse Jackson fekk í 2017 staðfest Parkinson-sjúkuna.
Seinastu árini hevur hann strídst fyri rættindini hjá littum amerikanarum og øðrum minnilutabólkum. Arbeiði hansara gongur faktiskt heilt aftur til borgararættindarørsluna í USA í 1960unum, sum Martin Luther King m.a. gekk á odda fyri.
Jesse Jackson hevur eisini stillað upp til amerikanska forsetavalið fleiri ferðir. Tað var í 1984 og 1988. Tá eydnaðist tað honum kortini ikki at tryggja sær tilnevningina hjá demokratunum, hóast hann fekk óvæntaða stóra undirtøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald