Mentan

Amerikanskur granskari heldur fyrilestur um ferðavinnu í Kongshøll

Hósdagin 31. oktober kl. 14.30, bjóðar Setrið til almennan fyrilestur við Pauline Sheldon, ið er viðurkendur granskari

Pauline Sheldon

Pauline Sheldon

2019-10-29 08:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar til almennan fyrilestur í Kongshøll hósdagin 31. oktober frá 14.30 til 16.00 um, hvussu vit møta avbjóðingunum í ferðavinnuni.

Pauline Sheldon er professari emirita á Universitetinum í Hawaii í Mānoa, har hon hevur starvast á deildini fyri vinnumenning og ferðavinnu. Pauline hevur granskað og útgivið greinar og bøkur um m.a. burðardygga ferðavinnu, íverksetan og ferðavinnu, tøknimenning, vælveru-ferðavinnu og um sosiala ábyrgd í ferðvinnuni.

Pauline hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri sítt arbeiði. Í 2008 fekk hon heiðursgávu frá heims-ferðavinnufelagnum hjá Sameindu Tjóða (UNWTO) fyri sítt fakliga ískoyti til kjakið um burðardygga ferðavinnu. Í 2014 fekk hon heiðursgávu Hannes Werthner fyri sítt ískoyti til ferðavinnu kunningartøkni.

Fyrilestur og kjak er á enskum máli. Meira kunning um Paulinu er at lesa her

Skráin er henda:

14.30: Kaffi við inngongdina.
14.45: Hans Andrias Sølvará, dekanur fyri Søgu- og samfelagsdeildina bjóðar vælkomin
15.00: Fyrilestur við Paulina Sheldon: "Tourism Destinations: From Sustainability to Regeneration"
15.30: Kjak
16.00: Samanumtøka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder