Uttanlands

Amerikanskur journalistur skuldsettur fyri at njósnast í Russlandi

Evan Gershkovich, sum arbeiðir fyri Wall Street Journal í Russlandi, noktar seg sekan í øllum ákærum

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)

2023-04-08 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Evan Gershkovich, ein amerikanskur journalistur, er skuldsettur fyri at njósnast fyri USA í Russlandi.

Tað var fyri góðari viku síðani, at 31 ára gamli Gershkovich, ið er korrespondentur hjá blaðnum Wall Street Journal í Russlandi, var handtikin í býnum Jekaterinburg, ið liggur 1.800 kilometrar eystanfyri Moskva.

Gershkovich noktar seg sekan í øllum ákærum, og Wall Street Journal vísir eisini aftur, at hann skal hava njóasnast fyri USA.

Russiska trygdartænastan, FSB vil vera við, at Gershkovich hevur savnað inn loyniligar upplýsingar hjá russiska statinum. Tó hevur FSB ikki víst nøkur prógv fyri hetta, skrivar Ritzau.

Russiska stjórnin sigur, at talan er um eitt mál fyri FSB, men sum skilst varð amerikanski journalisturin tikin á búri.

Bæði amerikanski forsetin, Joe Biden, og amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, hava fleiri ferðir heitt á Russland um at leyslata hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder