Fyrrverandi amerikanski politikarin og borgararættindastríðsmaðurin John Lewis er deyður.
Hesum boðar formaðurin fyri amerikanska Umboðsmannatingið, Nancy Pelosi, frá í morgun.
John Lewis, var í nógv ár limur í Kongressini fyri Atlanta, og eisini var hann ein partur av borgararættindarørsluni. Í 1965 stríddist hann m.a. fyri rættindini hjá littum amerikanarum saman við Martin Luther King Jr, sum hevði fingið Friðarheiðursløn Nobels árið fyri.
John Lewis helt á at stríðast fyri borgararættindi restina av lívi sínum. Í juni luttók hann m.a. í "Black Lives Matter" mótmælisgongum.
Í 2011 fekk hann "The Presidential Medal of Freedom" frá táverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama. Talan er um størsta heiður, sum eitt sivilfólk kann fáa í USA.
Hann andaðist í gjár, 80 ára gamal, eftir at hava strídst við krabbamein í fleiri mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald