Amerikanski rapparin, Kanye West, hevur søkt um at fáa loyvi at broyta navn sítt.
Fulla navn hansara er Kanye Omari West, men fær hann sín vilja, fer hann framyvir bert at eita "Ye".
Ye er ein stytting av Kanye, og hevur tað verið kelinavn hansara síðan 2012, og útgáva hansara frá 2018 fekk eisini heitið "Ye".
Sambært miðlinum TMZ er tað av "persónligum orsøkum", at hann ynskir at skifta navn.
– Eg haldi, at "ye" er tað mest brúkta orðið í bíbliuni, og í bíbliuni merkir tað "tú". So eg eri tú, eg eri vit, og tað er vit, hevur 44 ára gamli rapparin m.a. greitt frá.
Sambært B.T. er sannlíkt, at rætturin í Kalifornia fer at góðkenna navnabroytingina, av tí at har ikki eru nógvar avmarkingar í kalifornisku navnalógini. So leingi endamálið við navnabroytingini ikki er at fremja brotsverk, verður navnabroytingin helst góðkend.
Tað kann tó taka nakrar mánaðir hjá Kanye West at fáa innkalling til rættin, so hann kann vátta navnabroytingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald