Innanlands

Amerikanskur senatorur vitjað Løgtingið

Mike Crapo er formaður í fíggjarnevndini í Senatinum og hevur verið nógv frammi í USA. Hann var framvið mikudagin. - Sendinevndin hevur serligan áhuga fyri samráðingunum hjá Føroyum um limaskap í Heimshandilsfelagsskapinum WTO..

Høvuðsendamálið við vitjanini hjá amerikonsku sendinevndini er at umrøða viðurskifti viðvíkjandi altjóða handli, fíggjartænastum og bankavirksemi, umframt hvussu Russland og Kina verða uppfatað í Norðurlondum, og hvørja ávirkan hesi lond hava í norðurlendska økinum (Mynd: logting.fo)

Høvuðsendamálið við vitjanini hjá amerikonsku sendinevndini er at umrøða viðurskifti viðvíkjandi altjóða handli, fíggjartænastum og bankavirksemi, umframt hvussu Russland og Kina verða uppfatað í Norðurlondum, og hvørja ávirkan hesi lond hava í norðurlendska økinum (Mynd: logting.fo)

2026-10-22 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag var tingfundur sum vant - í gjár, mikudagin 21. oktober var vitjan úr USA.

Talan var um Mike Crapo, sum er amerikanskur senatorur. Crapo og fylgi hansara vitjaðu løgtingsformannin, Johan Dahl, í Løgtinginum.

Heimasíðan hjá Løgtinginum skrivar, at høvuðsendamálið við vitjanini hjá amerikonsku sendinevndini er at umrøða viðurskifti viðvíkjandi altjóða handli, fíggjartænastum og bankavirksemi. Umframt hetta hvussu Russland og Kina verða uppfatað í Norðurlondum, og hvørja ávirkan hesi lond hava í norðurlendska økinum. 

- Sendinevndin hevur serligan áhuga fyri samráðingunum hjá Føroyum um limaskap í Heimshandilsfelagsskapinum WTO. WTO-mál hoyra millum annað undir málsøkið hjá nevndini, sum senatorurin Mike Crapo er formaður í. 

Mike Crapo hevur verið nógv umrøddur í USA seinastu árini.

Hann er limur í Republikanska flokkinum og hevur verið senatorur í amerikanska Senatinum síðan 1999, umboðandi statin Idaho. Síðan 2025 hevur Mike Crapo verið formaður í fíggjarnevndini í amerikanska Senatinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder