Uttanlands

Amerikanskur sjónleikari lívlanga fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Danny Masterson, sum er kendur úr "That '70s Show", varð í juni funnin sekur í at hava neyðtikið tvær kvinnur, sum hann hevði hitt gjøgnum Scientology-kirkjuna

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2023-09-08 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski sjónleikarin Danny Masterson, sum er kendur úr røðini "That '70s Show" hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing við møguleika fyri royndarleyslating eftir 30 ár.

Tað hevur ein dómstólur í Los Angeles avgjørt, eftir at hann í juni varð funnin sekur í at hava neyðtikið tvær kvinnur í heimi sínum í ávikavist 2001 og 2003.

Málið vakti ans, tí at Masterson hevði hitt kvinnurnar gjøgnum Scientology-kirkjuna. Sambært kvinnunum hevði kirkjan fingið tær at aftrast við at melda málið. Hesum vísir kirkjan aftur og leggur afturat, at trúgvin hjá Masterson ikki eigur at spæla nakran leiklut í málinum.

47 ára gamli Masterson spældi í "That '70s Show" saman við kenda parinum Mila Kunis og Ashton Kutcher. Røðin varð fyrstu ferð víst í árunum 1998 til 2006. Í 2017 varð Masterson koyrdur frá Netflix-røðini "The Ranch", tá ákærurnar um neyðtøku komu fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder