Uttanlands

Amerikanskur statur hevur bannað TikTok

Mikudagin gjørdist Montana tann fyrsti staturin í USA at banna TikTok – Hetta er at gera seg inn á talufrælsið hjá borgarum í Montana, sigur sosiali miðilin, sum kinesiska fyritøkan ByteDance eigur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-05-19 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Guvernørurin í amerikanska statinum Montana, Greg Gianforte, skrivaði mikudagin undir eina nýggja lóg, sum bannar sosiala miðilin TikTok.

Sambært nýggju lógini sleppur TikTok ikki at virka í statinum, og app-veitarar sleppa heldur ikki at bjóða appina umvegis teirra pall.

Brot á lógina, sum kemur í gildi 1. januar 2024, verður revsað við bót.

Montana er fyrsti staturin í USA, sum bannar umstrídda sosiala miðilin. Endamálið við lógini er, sambært guvernørinum, at verja borgarar í statinum móti eftirliti frá kinesiska kommunistaflokkinum. Tað sigur hann á Twitter.

TikTok, sum er ogn hjá kinesisku fyritøkuni ByteDance, sigur hinvegin, at nýggja lógin ger seg inn á talufrælsið hjá borgarum í Montana, sum hevur uml. eina millión íbúgvar.

Fleiri amerikanskir politikarar siga seg eisini vilja banna TikTok orsakað av illgrunanum um, at TikTok gevur kinesisku stjórnini atgongd til upplýsingar hjá brúkarunum. Í fleiri vestanlondum hava starvsfólk hjá tí almenna av somu orsøk eisini fingið boð um at strika sosiala miðilin TikTok av arbeiðstelefonunum.

Bæði ByteDance og kinesiska stjórnin hava víst aftur, at fyritøkan hevur givið stjórnini upplýsingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder