placeholder
Uttanlands

Amerikonsk sendifólk jalig um fundin í Ukraina

Ukrainski forsetin fegnast um, at okkurt slag av samráðingum eru tiknar uppaftur.

Frá vinstru: Amerikonsku sendifólkini Jared Kushner og Steve Witkoff, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv sunnudagin (Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix)

Frá vinstru: Amerikonsku sendifólkini Jared Kushner og Steve Witkoff, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv sunnudagin (Mynd: Genya Savilov/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-07 07:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fundurin millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og amerikonsku sendifólkini Jared Kushner og Steve Witkoff var týdningarmikil og innihaldsríkur.

Soleiðis greiðir Witkoff sjálvur frá fundinum, sum var hildin í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv sunnudagin.

– Vit hava havt eitt sera innihaldsríkt og týdningarmikið orðaskifti, og vit eru við gott mót og gleða okkum at halda fram, so leingi tað er neyðugt, sigur hann.

Kushner sigur seg vóna, at fundirnir, sum hann og Witkoff hava havt við fyrst russiska forsetan, Vladimir Putin og síðani Zelenskyj kunnu geva teimum nýggj hugskot til, hvussu partarnir kunnu nærkast friði.

– Vónandi hevur hendan ferðin givið okkum nøkur nýggj hugskot til, hvussu vit kunnu koma Víðari. Eg haldi, at vit hava lært nógv av ferðini, sigur hann.

Hóast fundirnir í Russlandi og Ukraina ávikavist leygardagin og sunnudagin ikki góvu nøkur ítøkilig úrslit, og at kríggið fer at halda fram, fegnast ukrainski forsetin um, at samrøðurnar eru tiknar uppaftur eftir einum longri steðgi.

Sambært Zelenskyj umrøddu partarnir m.a. veiting av loftverjurakettum og stuðul til at koma ígjøgnum veturin.

Ukrainski miðilin Kyiv Independent skrivar, at amerikonsku og ukrainsku umboðini eisini høvdu fund við trygdarráðgevar úr Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi, og er ætlanin at hava trípartafundir millum USA, Ukraina og Evropa umframt trípartafundir millum USA, Ukraina og Russland í framtíðini. Nær og hvar hetta verður, er tó ikki greitt enn.

Jared Kushner sigur, at næsta stigið vónandi kann vera trípartasamráðingar millum USA, Ukraina og Russland, sum sambært honum riggaði væl fyri hálvum ári síðan.

Les eisini: USA og Russland jalig eftir fund í Moskva

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder