Uttanlands

Amerikonsk sendifólk komin til Kyiv

Steve Witkoff og Jared Kushner, sum í dag skulu hitta Volodymyr Zelenskyj, eru komnir til ukrainska høvuðsstaðin við toki.

Amerikonsku sendifólkini á tokstøðini í Kyiv (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikonsku sendifólkini á tokstøðini í Kyiv (Mynd: Roman Pilipey/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-06 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner eru komnir til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv við toki.

Í gjár vitjaðu teir í russiska høvuðsstaðnum Moskva, har teir hittu russiska forsetan, Vladimir Putin, og í dag skulu teir hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Zelenskyj sigur undan fundinum, sambært Ritzau, at Ukraina ynskir ein enda á krígnum men hevur tørv á verjutrygd.

Jurij Usjakov, ráðgevi hjá Putin sigur, at russar og amerikanarar høvdu nakrar nýtiligar og uppbyggjandi samrøður í Moskva, og Hvítu Húsini eru eisini jalig um fundin.

Les eisini: USA og Russland jalig eftir fund í Moskva



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder