placeholder
Uttanlands

Amerikonsk sendifólk til Russlands og Ukraina

Steve Witkoff og Jared Kushner ferðast til Russlands og Ukraina at leggja fram eina ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum millum londini.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at russiska loftrúmið verður trygt, meðan amerikonsku sendifólkini eru í Russlandi, og heitir hann á Russland um eisini at tryggja ukranskt loftrúm, meðan sendifólkini vitja í Ukraina (Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-05 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Serligu amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner fara um vikuskiftið at vitja í Russlandi og Ukraina.

Sambært amerikanska forsetanum, Donald Trump sskulu teir leggja fram eina ætlan, sum skal fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj váttar vitjanina hjá amerikonsku sendifólkunum, og lovar, at russiska loftrúmið verður trygt, meðan tey eru í Russlandi.

Zelenskyj heitir eisini á Russland um at tryggja ukranskt loftrúm, meðan sendifólkini vitja í Ukraina.

– Eingi loftálop koma frá okkara síðu, og Russland eigur eisini at tryggja vápnahvíld uttan loftálop, meðan samráðingarnar ganga fyri seg, sigur hann sambært Ritzau.

Witkoff og Kushner hava áður verið í Russlandi, men hetta er fyrstu ferð, at teir skulu vitja Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder