33 ára gamla amerikanska sjónleikarakvinnan Naya Rivera, sum er best kend fyri sín leiklut sum Santana Lopez í sjónvarpsrøðini "Glee", er deyð.
Naya Rivera fór seinasta mikudag ein túr út á vatnið Lake Piru í Kalifornia saman við fýra ára gamla soninum, Josey.
Um middagsleitið leigaðu tey bæði ein bát, og fáar tímar seinni, var sonurin funnin einsamallur í bátinum.
Ein umfatandi leiting varð sett í gongd, og seint mánakvøldið varð boðað frá, at eitt lík varð funnið í vatninum.
– Útfrá staðnum har líkið varð funnið, kropslig eyðkenni, klæðum og vitanina um, at eingin annar var saknaður í økinum, eru vit vís í, at talan er um Naya Rivera, segði Bill Ayub, sheriffur í Ventura County í Kalifornia sambært B.T.
Tað vóru fólk í einum øðrum báti, sum ringdu til løgregluna, tá tey varnaðust, at fýra ára gamli drongurin var einsamallur í bátinum.
Lake Piru (Mynd: EPA)
Løgreglan hevur tosað við sonin, sum er einasta vitnið í málinum. Sonurin greiddi frá, at hann svam í vatninum saman við mammuni, og brádliga koyrdi mamma hansara hann umborð á bátin aftur. Síðani vendi hann sær við og sá hana hvørva niður í vatnið.
Sheriffurin sigur, at streymurin í vatninum, har Naya Rivera varð funnin deyð, kundi vera serliga sterkur, tá komið var út á seinnapartin. Hildið verður, at Naya Rivera brúkti alla sína orku uppá at bjarga soninum.
Síðan sjónleikarakvinnan varð funnin deyð í vatninum, eru fólk farin at savna inn undirskriftir fyri at tryggja, at fólk frameftir verða ávarað um, hvussu vandamikið tað kann vera at svimja í vatninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald