Innanlands

Áminning: Avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar

Nú vit eru komin inn í mai, minnir Umhvørvisstovan á, at Ramsarkunngerðin er galdandi til og við 31. august

Mykines (Mynd: Pól Sundskarð)

Mykines (Mynd: Pól Sundskarð)

2022-05-07 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú vit eru komin inn í mai mánað kemur Umhvørvisstovan við einari áminning til skipa- og bátaeigarar um at yvirhalda Ramsarkunngerðina.

Ramsarkunngerðin, sum kom í gildi í november 2017 ásetur, at tað frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn átta fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoynni.

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskutarum, er eisini bannaður í hesum tíðarskeiðnum.

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru tó undantikin, men hesi før skulu í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í nevndu økjunum. Bannið er tó heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

Endamálið við kunngerðini, sum sæst her, er at geva fugli, sum reiðrast, frið. Brot á kunngerðinaverður revsað við sekt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder