Innanlands

Áminning frá ungum: Føroyar hava ein trupuleika við ruski

Rudy Danielsen roynir - í samstarvi við Norðurlandahúsið - at eggja føroyingum at minka um burturkastið

Rudy Danielsen

Rudy Danielsen

2022-04-12 10:39 Author image
Innsent
placeholder

Í november í fjør bar Norðurlandaráðið fram eina verkætlan, ið varpar ljós á hvussu norðurlendskir borgarar kunnu liva byrðardyggari. Í samstarvi við ung í norðurlondum, heitir norðurlendska samstarvið á ein og hvønn, við gerandisdagsgerðum, at liva eitt sindur grønari.

Úr Føroyum er tað 19 ára gamla Rudy Danielsen, sum saman við Norðurlandahúsinum hevur eitt átak á sosiala miðlinum Instagram. Uppgávan hjá Rudy er at vísa á avbjóðingina við ruski, og at hugvekja føroyingar til, hvussu tey kunnu vera partur av loysnini.

Í hesi vikuni, viku 15, kunnu forvitin fylgja við í arbeiðinum hjá Rudy at minka um ruskið í hennara gerandisdegi. Rudy fer at leggja nøkur fakta út um endurnýtslu, umframt smáar avbjóðingar, sum tey áhugaðu kunnu luttaka í.

Rudy Danielsen er úr Havn, og varð liðug á Glasi í fjør. Hjá henni var tað upplagt at fokusera á rusk, tí at hon upplivir at hettar er ein trupulleiki her í Føroyum.

- Eg haldi ikki ordiliga, at tað er nakrastaðni alt burturkast kann endurvinnast her í Føroyum. Eg sakni karmar, ið gera tað lættari fyri okkum borgarar at tryggja okkum, at ruskið ikki bara verður brent, men endurvunnið, greiðir Rudy frá og heldur fram:

- Tí vil eg fegin eggja onnur til, hvussu tey kunnu minka um mongdina av burturkasti, í teirra gerandisdegi. Og á tann hátt vera partur í at loysa trupuleikan, til vit fáa eina betri skipan til at skilja burturkast til endurvinningar her í Føroyum. Tí helt eg eisini tað vera áhugavert at luttaka í hesum saman við Norðurlandahúsinum,  við tað at tey hava nógvar fylgjarar, so boðskapurin kemur út.

Verkætlanin er ein partur av arbeiðinum hjá Norðurlandaráðnum við “Vor Vision 2030”, sum skal gera norðurlond til burðardyggasta øki í heiminum í 2030. Verkætlanin tekur útgangsstøði í ‘Good Life Goals’, sum er ein týðing av Heimsmálunum hjá ST til beinleiðis gerandisdaggerðir, sum ein og hvør kann taka lut í.

Rudy Danielsen hevur tí valt at arbeiða við Mál 12, ið eitur “Liv betur”. Mál 12 snýr seg um at liva betur, við at hugsa áðrenn man brúkar, umframt at endurnýta heimsins tilfeingi. 

Fylg við á Instagram:
12. apríl - @nordichouse_faroeislands (stories)
13.-17. apríl - @rudy_danielsen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder