Uttanlands

Amnesty hartar heimsins lond

-fyri ikki at vísa somu samkenslu við kúgað fólk á sama hátt sum tey gera í mun til Ukraina

2023-03-28 17:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Felagsskapurin Amnesty International ger í síni seinastu frágreiðing vart við støðuna í fleiri av heimsins londum, har harðrend og totaliter stýri hava valdið.

AI sigur, at tað er lívsjáttandi at síggja, hvussu mong lond lata stuðul til Ukraina, sum í løtuni  verður bumbað sundur og saman av russiska innrásherinum, men spyr samtíðis, hví ikki hesi lond eisini vísa øðrum londum, sum verða stýrd av einaræðisráðharranum, ans.

Felagsskapurin staðfestir, at kring heimin eru alsamt fleiri og fleiri lond, sum verða vanstýrd av eirindarleysum valdsharrum og -stjórnum. Í Saudi Arabia og Iran t.d. er fólkið ófrælst. Í Kina og í Myanmar  fremur leiðslan fólkadráp móti muslimska minnilutanum.

 Og soleiðis heldur AI fram at reksa upp ringu støðuna í alsamt fleiri av heimsins londum. Eisini verður víst á dupultmoralin hjá teimum mest múgvandi londunum, har lond sum eitt nú USA, samtíðis sum tað fordømir stýrið í Saudi Arabia fyri manglandi fólkaræði, kortini heldur fram við sínum  handilssambondum við landið. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder