Innanlands

Amnesty heiðrar veðurlagsaktivistum í Reinsarínum

Tey, sum mótmæla í Føroyum fríggjadagar eiga eisini ein part av heiðurslønini

2019-09-19 12:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verðurlagsaktivisturin Greta Thunberg og øll rørslan “Fridays for Future” fekk mánadagin handað ársins Ambassador of Conscience Award frá Amnesty International.

Sí eisini: Amnesty-heiður til Gretu Thunberg 

Á hvørjum ári verður henda heiðursløn givin einum ella fleiri, sum hava gingið á odda í stíðrnum at verja og fremja mannarættindi.

Soleiðis segði Kumi Naidoo, altjóða aðalskrivari hjá Amnesty International, tá heiðurslønin varð handað:

“Øll hesi menniskju krevja, at vit øll taka verðurlagsbroytingar í álvara. Tey minna okkum øll á, at vit hava størri ávirkan og vald enn vit geva okkum far um, og at vit øll eiga at taka lut í stríðnum at steðga veðurlagsbroytingum og verja mannarættindi hjá núverandi og komandi ættarliðum”

Í kvøld, hóskvøldið kl. 19, bjóðar felagsskapurin Amnesty Ung í Reinsaríið, har veðurlagsverkføllini í Føroyum verða heiðrat. Tey bjóða eisini mat frá Vistgrøði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder