Felagsskapurin Amnesty International skuldsetir nú Ísrael fyri at fremja fólmamorð móto palestinska fólkinum í Gaza.
Boðini eru send út við støði í eini frágreiðing um støðuna í Gaza, sum mannarættindafelagsskapurin kunngjørdi í dag.
Frágreiðingin byggir á útsøgnir frá ísraelsku stjórnini og hernaðarligum embætisfólkum, fylgisveinamyndum, feltarbeiði og frágreiðingar frá íbúgvunum í Gaza.
Granskingin handan frágreiðingina er gjørd í tíðarskeiðinum frá 7. oktober í fjør til juli í ár.
Í hesum tíðarskeiðinum framt fleiri tíggjutúsund loftálop móti økinum, sum er minni enn Streymoy til støddar og hava elvt til at umleið 40.000 palestinar hava latið lív.
Talið 40.000 er einans tey deyðsføll, ið eru váttað. Tað kunnu vera nógv fleiri, tá samanumkemur. Í eini serfrøðingagreining, sum varð kunngjørd í læknatíðarritinum Lancet í juli í ár varð mett, at minst 186.000 fólk hava latið lív, sum beinleiðis avleiðing at harðskapi og/ella vantandi hjálp í økinum.
Sambært Amnesty hevur Ísrael brotið sáttmálan um fólkamorð í trimum førum.
Tað snýr seg um dráp á ávísar fólkabólkar, at elva til álvarsligan sálarligan og likamligan skaða og fyri at gera liviumstøðurnar í Gaza so óliviligar, at ætlanin er at leggja ein tjóðar- ella fólkabólk í oyði.
Atgerðirnar eru gjørdar við tí fyri eyga at oyðileggja palestinarar í Gaza, sigur frágreiðingin frá Amnesty International.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald