Uttanlands

Amnesty: Menn, ið eru dømdir fyri harðskap leyslatnir av Taliban

– Kvinnur og gentur, sum hava yvirlivað kynsligan harðskap, eru sleptar upp á fjall í Afghanistan, sigur mannarættindafelagsskapurin

Afghansk tíðindakvinnan á tíðindafundi í Kabul í november (Mynd: EPA)

Afghansk tíðindakvinnan á tíðindafundi í Kabul í november (Mynd: EPA)

2021-12-06 16:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taliban-stýrið, sum tók valdið í Afghanistan í august, hevur seinastu tíðina leyslatið fleir menn í Afghanistan, sum eru dømdir fyri at hava framt harðskap móti konum teirra, og samstundis hevur stýrið eisini stongt fleiri kreppumiðstøðir fyri kvinnur.

Tað vísir ein frágreiðing frá mannarættindafelagsskapinum Amnesty International.

– Kvinnur og gentur, sum hava yvirlivað kynsligan harðskap, eru sleptar upp á fjall í Afghanistan. Teirra stuðulsnetverk er sundursorlað, og friðskjól teirra eru meira ella minni horvin, sigur Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International, sambært Ritzau.

– Tað er ótrúligt, at Taliban hevur latið fongsulsdyrnar upp um alt landið uttan at hugsa um vandan fyri harðskapsraktar kvinnur og gentur og fyri tey, sum hava hjálpt teimum, leggur aðalskrivarin afturat.

Tað var 15. august, at Taliban tók valdið í afghanska høvuðsstaðnum Kabul, eftir at rørslan hevði hertikið fleiri aðrir býir. Í hesum sambandi vórðu túsundatals fangar eisini leyslatnir úr afghansku fongslunum.

Ein løgfrøðingur, sum Amnesty hevur tosað við, sigur, at hon dagliga fær hóttanir frá Taliban, IS, dømdum brotsmonnum og familjum teirra. Fleiri aðrar afghanskar kvinnur siga seg eisini fáa hóttanir dagliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder