Uttanlands

Amnesty: Palestinsk sivilfólk hava ikki ábyrgdina av brotsverkum hjá Hamas

Altjóða mannarættindafelagsskapurin heitir á Ísrael um ikki at revsa øll sivilfólk í Gaza

Sivilfólk rýma úr Gaza býi (Mynd: EPA)

Sivilfólk rýma úr Gaza býi (Mynd: EPA)

2023-10-13 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael eigur ikki at revsa palestinsk sivilfólk fyri gerðirnar hjá Hamas-rørsluni. Tað sigur Amnesty International, sum heitir á Ísrael um at steðga blokeringina av Gazageiranum.

Við "kollektivu revsingini" av palestinska fólkinum fremur Ísrael krígsbrotsverk, sigur altjóða mannarættindafelagsskapurin sambært CNN.

– Tað er ræðuligt og inhumant. Palestinsk sivilfólk hava ikki ábyrgdina av brotsverkum hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum.

Ísraelski herurin upplýsti í gjár, at uml. 6.000 bumbur vórðu sleptar yvir Gaza í tíðarskeiðnum 7. til 12. oktober, og at talan er um eins nógv loftálop sum í stríðnum millum Ísrael og Gaza í 2014. Stríðið var tá frá 7. juli til 26. august.

2014 var eisini deyðiligasta árið í stríðnum millum Ísrael og Palestina. Í Gaza lótu í minsta lagi 2.251 fólk lív. Í gjár boðaði palestinska heilsumálaráðið frá, at talið á deyðum í Gaza var farið uppum 1.500, og at fleiri enn 6.000 eru særd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder