Uttanlands

Amnesty: Russiski herurin hevur framt krígsbrotsverk í Ukraina

Amnesty International stuðlar kravinum hjá teimum avvarðandi um rættvísi, og er tað umráðandi, at tey, sum hava ábyrgdina verða rættarsøkt, sigur aðalskrivarin hjá felagsskapinum

Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International (Mynd: EPA)

Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International (Mynd: EPA)

2022-05-07 16:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur seg hava nógv greið prógv um, at russiski herurin hevur framt krígsbrotsverk.

Talan er, sambært Amnesty, m.a. um avrættingar av sivilum á einum øki uttan fyri ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í februar og mars.

Kanningar hjá Amnesty innibera m.a. samrøður og gjøgnumgongd av øðrum prógvum, og felagsskapurin sigur seg m.a. kunnu skjalprógva ólóglig loftálop á býin Borodjanka.

Amnesty leggur eisini russiska herin undir at hava framt krígsbrotsverk í Butja, Andriivka og Vorzel.

Umboð fyri Amnesty hava vitjað í økinum seinastu dagarnar og tosað við fólk, sum yvirlivdu álopini, umframt avvarðandi hjá ofrunum. Amnesty hevur eisini tosað við embætisfólk.

Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International sigur, sambært Ritzau, at Amnesty stuðlar kravinum hjá teimum avvarðandi um rættvísi og heita tey á ukrainskar myndugleikar, altjóða dómsstólin í Haag og onnur um at tryggja, at prógvini verða varðveitt.

Tað er umráðandi, at tey, sum hava ábyrgdina, verða rættarsøkt, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder