2021-10-25 13:25
Á nýggjárinum letur skrivstovan hjá Amnesty International í Hong Kong aftur.
Orsøkin er nýggja kinesiska trygdarlógin, sum í roynd og veru hevur gjørt tað ómøguligt hjá mannarættindafelagsskapum at arbeiða frítt í økinum, skrivar Amnesty í fráboðan.
Trygdarlógin elvdi eisini til stór mótmæli í 2019 og 2020, og mentu mótmælini seg til mótmæli fyri fólkaræði.
– Hetta er ein tung avgerð, sigur Anjhula Mya Singh Bais, forkvinna í altjóða nevndini hjá Amnesty International sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald