Tey ríki londini og heilivágsfyritøkurnar hava ikki gjørt sína skyldu við handfaringini av koronufarsóttini. Í staðin hava tey skapt størri ójavna í heiminum.
Tað sigur mannarættindafelagsskapurin Amnesty International í ársfrágreiðing fyri 2021.
Í frágreiðingini hevur Amnesty hugt at menningini fyri mannarættindi í 154 londum, og avleiðingarnar av koronufarsóttini fylla nógv.
Sambært Amnesty sóu vit í 2021 økt fátækradømi, og vit sóu myndugleikar, sum misbrúktu koronufarsóttina til at halda atfinningum og mótmælum aftur.
– Hetta bleiv stuðlað av sonevndari koppsetingarnationalismu og grammleika hjá teimum mest vælbjargaðu londunum í heiminum, sigur Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International sambært Ritzau.
Í frágreiðingini leggur Amnesty m.a. ES, Stórabretland og USA undir at hava uppbygt goymslur av avlopskoppingarevni, meðan heilivágsfyritøkurnar ikki hava viljað deilt teirra tøkni, so koppingarevni kundi býtast út til fleiri.
Amnesty vísir m.a. á Afrika, sum er tað staðið, sum hevur verið mest forsømt, tá tað kemur til býtið av koppingarevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald